Faroe Origin tók um endan

Nú einki landingarvirksemi er á Toftum, hevur Faroe Origin í Runavík tikið um endan og hevur landað fyrsta skipið.

Í morgun legði línuskipið Sigmund sum fyrsta skipið veiðina upp á landingarmiðstøðini í Runavík.

- Tað var eitt rættiligt bakkast fyri flotan, serliga línu- og garnaflotan og ikki minst útróðrarflotan á Skálafjarðarleiðini, at landingarmiðstøðin á Toftum gavst at taka ímóti fiski nakað fyri jól.

Tað skrivar heimasíðan hjá Runavíkar havn í dag.

Lagt verður aftrat, at eftir at tað gjørdist greitt, at farið verður undir annað virksemi í bygningunum og við havnalagið á Toftum, har skip og bátar hava landað veiðina í mong Harrans ár, fór leiðslan á flakavirkinum í Runavík undir at kanna møguleikarnar fyri at taka táttin uppaftur.

- Hóast nógv virksemi er á flakavirkinum í Runavík til dagligt, er kortini rúm fyri landingarmiðstøð eisini, bæði í bygningunum og við bryggjukantin.

Við heimasíðuna siga Jens Pauli Petersen og Ingi Hansen, ávikavist stjóri og útgerðarmaður hjá Faroe Origin, at nýggja átak teirra er ein beinleiðis avleiðing av, at givist varð at taka ímóti fiski aðrar staðir í økinum.

- Teir fóru undir at kanna viðurskiftini, tá tað gjørdist greitt, at einasta landingarmiðstøð í økinum læt aftur. At eitt so stórt øki onga miðstøð hevur, har veiðan kann fáast til høldar, er ikki ein haldgóð støða. Tí valdi leiðslan í Faroe Origin at fara undir at virka sum landingarmiðstøð umframt at vera flakavirki og útgerðarfelag hjá fleiri pørum av trolarum.

Heimasíðan skrivar, at í morgun var dagurin komin, tá fyrsta skipið landaði til Landingarmiðstøðina í Runavík. Línuskipið Sigmund kom inn at landa eftir fimm setum við 56.000 pundum. Toskur fyri tað mesta, men nakað væl av hýsu og longu eisini. Skipari er Elmar Rubeksen.

- Leggjast kann aftrat, at tað hevur viðrað illa hendan túrin, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar havn, sum vit fara at venda aftur til á In.fo seinni í kvøld.