Felagið varð sett á stovn 20. desember 2005, og nú eitt ár seinni, er greitt, at peningurin er brúktur. Royndirnar at fáa meira kapital hava ikki eydnast og felagið fer í gjaldsteðg 1. januar.
Sambært tíðindaskrivinum, sum felagið sendi út um middagsleitið í dag, hava starvsfólkini í morgun fingið boðini um støðuna og avgerðina hjá nevndini. Eisini hava tey fingið kunning um, hvussu teirra starvsviðurskifti verða frameftir.
- Nevnd og stjórn harmast um avgerðina, sum er tikin, men fíggjarligi veruleikin gevur ikki felagnum aðrar møguleikar, sigur felagið í tíðindaskrivinum.
Hørð kapping
Fyrsti túrurin hjá FaroeJet var 15. mai 2006. 29. august kom sonevnda Sóljuskipanin í gildi, og tá segði Jóhan Simonsen, stjóri, at FaroeJet er komið fyri at vera.
31. august svaraði Atlantic Airways aftur við einari avsláttarskipan, sum meira ella minni tók beinini undan henni hjá FaroeJet.
Felagið hevur fleiri ferðir víst á fíggjarligu trongstøðuna, eitt nú 8. september, tá kunngjørt varð, at fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum var ov veikt og at minni enn annaðhvørt setur í flogfarinum var selt.
Tómur kassi
Upprunaligi partapeningurin í faroe Jet var 10.5 mió. kr., men áðrenn felagið fór á flog, var hann hækkaður uppí 25 milliónur. Størstu partaeigararnar eru Safari Transport og Norðoya Sparikassi við 2,5 milliónum í part. Vatnsoyrar Snikkaravirkið við 1,25 milliónum og JK Íbúðir við einari millión. Restin av partapeninginum er spjaddur út á 900 smærri partaeigarar.