Faroe Islands Gathering

Undir heitinum Faroe Islands Gathering skipaði Harley-Davidson Club Føroyar í síðstu viku fyri einum túri í Føroyum fyri motorsúkkluáhugað úr Danmark, Svøríki og Norra

Mánadagin í síðstu kom eitt ferðalag við motorsúkklum við Norrønu. Tað var Harley-Davidson Club Føroyar, sum skipaði fyri einum túri í Føroyum fyri motorsúkkluáhugað úr Danmark, Svøríki og Norra.


Navnið á hesum tiltaki er Faroe Islands Gathering, og endamálið er m.a. at vísa motorsúkkluáhugaðum uttanlands møguleikarnar fyri at motorsúkklukoyring í Føroyum.


Í sambandi við vitjanina var tíðindafundur hjá Harley Davidson í Jónas Broncksgøtu, sama dagin sum tey komu. Greitt var frá vitjanini og ein skrá, sum var gjørd fyri túrin.


Ferðalagið vitjaði í Eysturoy, Norðoyggjum og í Vágum. Eisini vitjaðu tey í felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum.


Vitjanin í Føroyum var frá mánadegnum 15. til hósdagin 18. september, tá ferðalagið fór av stað aftur við Norrønu.


Fyrireikarar er væl nøgdir við túrin og við at veðrið eisini var til vildar. Formaður í Harley-Davidson Club Føroyar er Heini Restorff.