Faroe Farming flytir landstøð

Av tí at farast skal undir at gera saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús, verður ikki longur pláss har á økinum fyri landstøðini hjá Faroe Farming, sum er á Drelnesi.

Tí fer Faroe Farming nú at flyta landstøðina yvir á økið eystan fyri bátahylin í Trongisvági, skrivar Suðuroyarportalurin.

Í hesum sambandi J&K Petersen farið undir at gera ein brimgarð eystan fyri hylin, og tá hann er liðugur, skal eisini gerast ein bryggjukantur, so tríggir bátar kunnu leggja at.

At enda skal eisini gerast eitt 110 fermetra stórt hús gerast á økinum, og er tað Faroe Farming, ið letur arbeiðið gera og stendur fyri øllum kostnaðinum.