Faroe Express Stafettin verður leygardagin

Leygardagin 26. august verður Føroya størsta og einasta stafett renning á Eystaru Bryggju í Havn!

 

Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafett renning á havnarlagnum leygardagin 26. august kl. 16.

Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið.

Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum.

Aftan á Faroe Express Stafettina verður skipað fyri afterparty í Gráa Pakkhúsið. Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við.

Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina – og set tíð av til afterparty aftaná. Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum.

Seinasta freist at melda til er 21. august.

Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til stafettina her