Faroe Express Stafettin verður 26. august

(SportBoxin) Hoyr Debes H. Christiansen frá Bragdinum og Joannis Moraitis frá Faroe Express greiða frá Faroe Express Stafettini

Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL stafettini, verður skipað fyri stafett renning á Eystaru Bryggju í Havn leygardagin 26. august kl 14:00.

 

Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri fyritøkur og stovnar (smærri fyritøkur kunnu sláa seg saman). Hetta er einasta renning í landinum, sum er málrættað starvsfelagar. Tí er tað eitt frálíkt høvi at finna saman við øðrum á arbeiðsplássinum og gera ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. 

 

Afturvið og aftaná renningina verður nógv undirhald á Eystaru Bryggju, soleiðis at hetta verður ein óførur dagur við samanhaldi, frískari luft, rørslu og hugna. Eisini er undirhald fyri vinir og familju, ið koma at stuðla. Á skránni er millum annað tónleikur, matur og drekka, kappingar, vinningar, síga í reipi, heiðursmerki, barnaundirhald, ítróttur á stórskíggja o.s.fr. 

 

Luttøkugjaldið er 200 kr fyri hvønn (600 kr fyri liðið), ið alt fer óskert til barna- og ungdómsarbeiðið innan frælsan ítrótt. Høvuðsstuðulin, Faroe Express, samstarvar við Bragdið um Faroe Express Stafettina. 

 

Sum einasta rennitiltak í landinum bjóða vit eina ókeypis Newline renniblus í góðari góðsku til allar rennarar. Eisini verður ein gávuposi við ymiskum góðum.

 

Hvørt lið hevur tríggjar luttakarar, ið renna ella ganga 3 km í part, tilsamans 9 km. Tað eru 5 ymiskir bólkar: “3 kvinnur”, “3 menn”, “2 kvinnur og 1 maður”, “1 kvinna og 2 menn” og “Gongulið (menn og/ella kvinnur)”. Luttakararnir á gonguliðum kunnu fylgjast, men eru ikki við í kappingunum.

 

Freistin at melda liðið til stafettina er 24. august.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Debes H. Christiansen frá Bragdinum og Joannis Moraitis frá Faroe Express greiða frá Faroe Express Stafettini. Samrøðan var í sendingini "SportBoxin" á Rás2 fyrrapartin.