Bruttovinningurin var góðar 10,2 tvær milliónir, sum er um eina millión frægari enn árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin var góða millión lægri enn árið fyri, slakar 4,4 milliónir krónur. Úrslitið fyri skatt var góðar 4,2 milliónir krónur, og eftir skattin, sum var 776.000 krónur, var úrslitið 3.473.000 krónur.
Eginognin hjá P/F Faroe Agency er nú 10,5 milliónir krónur, og felagið hevur í árinum rindað út 1,5 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.
Stjórar í Faroe Agency eru Karl Erik Reynheim og Maria í Akrabyrgi. Í nevndini eru Vivi Elisa Dam Árnastein, sum er forkvinna, Árni Dam og Karl Erik Reynheim.
Kelda: vinnuvitan.biz