Faroe 5 á Oyrabakka

Leygardagin hevur gentubólkurin Faroe 5 tvær framførslur í Eydnuni á Oyrabakka Genturnar í Faroe 5 hava vant dúgliga seinastu mánaðirnar, og nú eru tær farnar á konsertferð í Føroyum.

 

Leygardagin verður tað Eydnan á Oyrabakka, ið fær vitjan av Faroe 5, og tað verða ikki minni enn tvær konsertir á skránni.

 

Fyrra konsertin byrjar klokkan 20.00 og tann seinna klokkan 24.00. Áðrenn og aftaná seinnu konsertina verður dansur og DJ-SHOW, sum DJ Neiz & Jarleivur, ið skipa fyri.