Føroyar fáa eftir øllum at døma ein nýggjan risa innan tænastuveiting innan kunningar- og samskiftistøkni, skrivstovu og samskifti, tá omanfyrinevndu fyritøkur verða lagdar saman. ReproZ hevur kallað inn til tíðindafund fyrrapartin í morgin. Í innbjóðingini verður sagt, at tríggjar sterkar føroyskar fyritøkur hava lagt saman og sett á stovn eitt samtak, ið kemur at veita fullfíggjaðar tænastur innan KST, skrivstovu og samskifti til frøoyskt vinnulív. Á fundinum verður greitt frá bakgrund, endamáli og framtíðaræltanum hjá nýggja samtakinum.
Hóast fyritøkurnar ikki eru nevndar í skrivinum, skilur portalurin, at talan er um Farodane, ReproZ og Com Data, ið hvør í sínum lag teljast fremstu fyritøkur av sínum slag í Føroyum.