Fyri einari tíð síðani ljóðaði, at Farodane var í samráðingum við Com Data um at gera eitt nýtt felags partafelag, sum var ein samansjóðingur av telduvirkseminum hjá teimum báðum fyritøkunum.
Hesum samráðingum spurdist av eini ella aðrari orsøk einki burturúr, og tískil fóru partarnir hvør til sín.
Farodane hevði tó ikki slept ætlanum sínum um at styrkja seg á edv síðuni, tí teir hava síðan samráðst til aðrar síður.
Farodane hevur í longri tíð selt telduútbúnað, men hevur mangla standardforritini, so sum Navision ella Concorde og áðrenn tann parturin var komin í hús, er trupult at kalla fyritøkuna ein heildarveitara av edvøloysnum.
Men nú fer at bragda á tí økinum eisini, tí fyri fáum døgum síðan keypti Farodane helvtina av partapeninginum í VisionSoftware.
VisionSoftware umboðar kendu fíggjarstýringsskipanina Navision og Navision Financials.
Fara at lata
deild upp í Hoyvík
Keypið av partapeninginum førir við sær, at VisionSoftware fer at lata upp deild í hølunum hjá Farodane í Brekkutúni 4 í Hoyvík.
Hetta merkir samstundis, at øll viðskiftafólk felagsins í Havn og økinum kring høvuðsstaðin framyvir verða røkt hiðani.
Í løtuni starvast seks fólk hjá VisionSoftware, men ætlanin er at seta eitt fólk aftrat, so at fyritøkan framyvir fer at hava sjey fólk í starvi.
Halda fast við hugsjónina
Í tíðindaskrivinum frá báðum fyritøkunum stendur, at VisionSoftware fer at halda fast við hugsjónina um »ikki at ríða á fleiri hestum«.
VisionSoftware fer at brúka orku sína uppá Navision og ætlar sær at gerast sterkasti útbjóðari av slíkum fíggjarstýringsskipanum í Føroyum.
Farodane er styrkt
Við hesum handlinum hevur Farodane styrkt munandi um støðu sína á edv-marknaðinum.
Fyritøkan hevur, sum flest øllum kunnugt, selt skrivstovuútgerð í mong harrans ár, men hevur verið í veikara lagið tá talan hevur verið um bókhalds- og fíggjarskipanir.
Hesin trupulleiki er nú beindur av vegnum og tí vóna stjórarnir báðir at fyritøkurnar í framtíðini kunnu veita viðskiftafólkum sínum eina enn betri og tryggari tænastu á edv-økinum enn áður.