- Fyribils hava vit tveir mans úti í Nólsoy at gera fyrireikandi gravingararbeiðið, men frá komandi viku verða vit fleiri mans har úti.
Tað sigur Jákup Enni, sum stendur fyri arbeiðinum hjá Articon.
Stoypast skal eitt fundament á botni, og síðani skulu fimm stálsúlur gerast, sum verða fyltar við betong. Síðani skulu betongbjálkar gerast frá grótkastinum út á stálsúlurnar, og at enda verður so dekk stoypt á saman við skráninginum, sum rampan verður løgd niður á.
- Tíðarætlanin sigur, at arbeiðið skal verða liðugt hálvan mai komandi ár, men tað er væl møguligt, at tað fer at ganga skjótari. Nú mugu vit fyrst síggja, hvørjar trupulleikar vit renna okkum í, tí tað er jú sum kunnugt ikki besta árstíðin at gera slík arbeiði í, sigur Jákup Enni.
Nakað av arbeiðinum verður gjørt hjá fyritøkuni á Hjalla, eitt nú armeringin til stoypingina, so tað verða fleiri mans enn teir, sum eru í Nólsoy, ið arbeiða upp á ferjuleguna.
- Ferðasambandið millum Havnina og Nólsoy er sera gott, so tað ber væl til hjá monnum at sigla ímillum, men vit hava tosað um at leiga eini hús har úti, tá stoypingin kemur fyri, tí tá kunnu tað gott blíva langir dagar, sigur Jákup Enni.
Í sambandi við ferjuleguna hevur Tórshavnar kommuna samtykt, at eisini eitt bíðirúm skal gerast, eins og bátabrúgvar skulu leggjast út, men hetta er ikki við í arbeiðinum, sum Articon ger.
Kommunan fekk tvey tilboð inn í innbodnari lisitatión, og har var Articon bíligast við einum tilboði á 4,2 milliónir móti metta prísinum á 4,1 millión krónur. Hitt felagið, ið bjóðaði upp á arbeiðið, var J & K Petersen, men teir lógu tvífalt so høgt, nevniliga á 8,6 milliónum krónum.