Klaksvík: Komandi vikurnar verður fótbóltsvøllurin í Klaksvík skiftur út. Mánadagin fóru arbeiðsfólk hjá Klaksvíkar kommunu undir at taka graslíkisteppið av vøllinum, og tá tað er gjørt verður nýtt graslíki lagt á vøllin.
Hetta er triðja ferðin, at graslíkið verður skift í Klaksvík. Fyrsti graslíkisvøllurin kom í 1988, og hann tænti væl í 10 ár. Vøllurin, sum hevur ligið á tvey tey seinastu árini, hevur ikki riggað eftir vild, og hann verður tí skiftur.
Trupulleikar hava verið við frárenslinum, og skal tað betrast, má nýtt graslíki leggjast á.
Tað fer at taka millum tvær og tríggjar vikur at skifta vøllin í Klaksvík, og hetta tíðarskeiðið verður skrúvað niður fyri virkseminum hjá KÍ.
Nýggi vøllurin í Klaksvík er av sama slagi sum vøllirnir, sum verða lagdir á í Gøtu og Runavík í hesum døgum.