Farmurin slapp ikki í land

?Eisini suðuroyingar hava havt sítt at dragast við í verkfallinum. Týskvøldið royndi ein skjóttgangandi bátur at fáa farm í land, men kom hann ikki væl frá

 

Verkfall


Hvørja ferð, verkfall, er, eru tað suðuroyingar, sum hava verið serliga hart raktir. So var eisini hesuferð, tí ongin farmur er sloppin suður og tað er ikki so lætt hjá suðuroyingum, sum hjá flest øllum øðrum, at sleppa til Havnar, ella til Klaksvíkar, at keypa.

Avleiðingin av tí hevur verið, at seinastu dagarnar er varan av álvara farin at ganga undan og nógv av tí, sum nú á døgum verður nevnt neyðsynjarvøra, er ikki til í oynni.

Onkur hevur roynt at bøta um støðuna. Eitt nú var ein skjóttgangandi bátur komin suður úr Havnini fríggjakvøldið við farmi.

Men hesari ferðini slapp báturin illa frá.

Onkur hevði givið suðuroyingum eitt prei um, at báturin var á veg, og tá ið hann kom á Tvøroyri, stóðu verkfalsvaktir fyri honum,so at hann slapp ikki at leggja at.

Hann fór soi avstað aftur, men tvøramenn sendu boð, bæði til Hvalbiar og suðureftir at biðja fólk hava eyguni eftir bátinum.

Hann var var suðureftir, men úti á Vásgsfirði fekk hann maskinskaða, so bátur mátti út at slepa hann inn. Hann varð sleipaður inn á Lopra, har hann so lá bundin- og varan slapp framvegis ikki íland. Seinni var skaðin umvældur og roynt var at fáa farmin í land í Vági, men verkfalsvaktir stóðu fyri honum allastaðni. Seinast, vit frættu, var á miðdegi í gjár, og tá lá báturin og sigldi á Vágsfirði, men verkfalsvaktir ansaðu eftir, at onki kom í land.