Farmaskipið aftur til Russlands

Farmaskipið, sum var á veg til Sýrialands við hernaðartyrlum úr Russlandi fyri einum mánað síðani, men sum varð steðgað, er nú á veg aftur til Russlands. Í morgun var skipið í Norðsjónum á veg til Eystrasalt, og sambært reiðarínum skal skipið leggja at bryggju í St. Pætursborg um nakrar dagar.

Sambært tíðindastovunum eru tríggjar russiskar álopstyrlur av slagnum Mi-25 umborð á skipinum.

Farmaskipið var statt úti fyri skotsku strondini, tá tað mátti steðga, tí at tað bretska tryggingarfelagið, sum skipið var tryggjað hjá, setti tryggingina úr gildi, tá tað kom fram, at tað var fermt við hernaðarútgerð til Sýrialands.