Farmaskip við vandamiklari last

- Tangaskip í túsundatali sigla á heimshøvum og ymsastaðni fram við landi, og hesi skip eru ein munandi hóttan fyri umhvørvið.

Tað sigur havlívfrøðingurin, Henning Mørk Jørgensen, sum starvast hjá Danmarks Naturfredningsforening, við Politiken.

Hann vísir á, at fleiri enn 30 ferðir um samdøgnið sigla stór tangaskip soleiðis nær donsku strondini við eitt nú eiturkendum kemikaliu, olju ella oljuúrdráttum sum eru vandamikil fyri umhvørvið.

Danska blaðið vísir til tøl, sum verkfrøðingavirkið COWI hevur kannað fyri Helcom, ið er felags havumhvørvisfelagsskapur hjá londunum við Eystursjógvin.

- Hetta er eitt "problematiskt" stórt tal av skipum, sigur havlívfrøðingurin, Henning Mørk Jørgensen.

Hann leggur aftrat, at øll hesi evni, sum siglt verður við, seta umhvørvið undir eitt trýst og ávirka umhvørvi á ymiskan hátt. Felags er tó, at evnini kunnu skaða dýra-og plantulív.

Tilsamans 15 sløg av kemikaliu og oljuúrdráttum í slíkari sigling fáa almennu átekningina "vandamikið góðs", sum eru umhvørvis-og heilsuskaðilig.

Lagt verður aftrat, at nøkur av hesum evnum kunnu elva til krabbamein.