Eitt kinesiskt farmaskip er farið á land á Great Barrier Reef úti fyri avstralsku Queensland-strondini. Great Barrier Reef er heimsins størsta koralriv. Sjónvarpsmyndir vísa, at olja rennur úr skipinum, og avstralsku myndugleikarnir bera ótta fyri, at skipið kann brotna av um tvøran. Skipið hevur knappliga 1.000 tons av tungari olju í tangunum.
Kinesiska skipið, sum eitur Shen Neng I, var á veg til Gladstone í Avstralia við 65.000 tonsum av koli, tá tað fór á Great Barrier Reef. Sambært tíðindastovunum var var skipið langt við síðuna av teirri ásettu siglingarleiðini.
Skiparin á kinesiska skipinum sigur, at hann ætlar sær at royna at fáa skipið leyst á flóðini seinni í dag. Øll manningin er framvegis umborð, men myndugleikarnir eru til reiðar at taka manningina av skipinum, um støðan versnar.