Farmaskip sendi út neyðarkall í Norðsjónum

- Okkara meting er, at teir fýra av manningini, sum eru eftir umborð, er tryggir, og vit hava eina tyrlu, sum hongur yvir skipinum.

 

Høvuðsbjargingarmiðstøðin í Suðurnoregi sigur, at eitt farmaskip úr Niðurlondum í morgun sendi út neyðarkall í Norðsjónum. Manningin á skipinum telur 12. Tríggjar tyrlur og tvey skip eru á veg til hjálpar.

Oddgeir Andersen á bjargingarmiðstøðini sigur við Dagbladet, at lastin á skipinum hevur forskotið seg og hevur givið manningini stórar avbjóðingar. Klokkan 11.30 lokala tíð var fyrsta tyrlan hjá skipi og manning - umleið 60 fjórðingar vestan fyri Ålesund.

- Sambært manningini er aldan á leiðini 10 metrar høg. Vit taka nú átta av manningini av skipinum, meðan teir seinastu fýra vera eftir umborð og royna at stabilisera skipið, sum hevur eina slagsíðu á umleið 30 stig.

Teir átta, sum eru tiknir av skipinum, verða fluttir til Ålesund. Einki er frætt um, at nakar av manningini hevur fingið likamlig mein. Talan er um skipið, Eemslift Hendrika, sum var á veg til Kolvereid í Noregi.

##med2##

- Restin av manningini hevur valt at vera verandi umborð í royndini at stabilisera skipið. Okkara meting er, at manningin, sum er eftir umborð, er trygg, og vit hava eina tyrlu, sum hongur yvir skipinum.

Í samrøðu við Dagbladet leggur Oddgeir Andersen aftrat, at tyrlan er klár at taka menninar upp, um støðan umborð á skipinum, broytist.

Sum skilst, er motorurin á niðurlendska skipinum í gongd, men tað er óvist, hvat gerast kann í vánaliga veðrinum, sum er. Tað er skiparin, sum hevur ynskt, at ein partur av manningini er eftir umborð í royndini at bjarga skipinum.