Eitt farmaskip, sum siglir undir panamaflaggi, hevur siglt á eina minu í Svartahainum, tá tað var á veg at lossa korn í ukrainskari havn.
Tað upplýsir ukrainski herurin í dag sambært Reuters. Eldur kom í skipið – ein bulk carrier.
Sleipibátar eru sendir á staðið, skrivar ukrainski herurin á boðtænastuni Telegram.
– Skipið misti stýringina, og eldur kom í á ovara dekki, verður upplýst.
Ein persónur er fluttur á sjúkrahús, ein annar hevur fingið viðgerð umborð.
Ein avtala millum Russland og Ukraina við ST og Turkalandi sum meklara um útflutning av korni gjøgnum Svartahavið miseydnaðist fyrr í ár, tá Russland tók seg úr.
Russland hevur síðani februar í fjør ført álopskríggj ímóti Ukraina.
Men sjálvt uttan kornavtaluna er tað eydnast Ukraina at varðveita útflutningin gjøgnum Svartahavið.
Ukraina er saman við Russlandi av heimsins størstu kornútflytarum.
/ritzau/Reuters