Síðani í morgun hevur svenska bjargingartænastan roynt at bjarga farmaskipinum Phantom, sum liggur norðan fyri oynna Öland við stórari slagsíðu. Skipið rekur ímóti landi, og bjargingartænastan roynir at forða fyri, at skipið skal reka á land.
Umhvørvismyndugleikarnir hava sent boð eftir meiri fólki, tí teir bera ótta fyri, at olja fer at renna úr skipinum. Kortini er ikki vandi fyri nakrari stórvegis dálking, tí sum skilst hevur skipið ikki nógva olju í tangunum.
Phantom, sum er fermt við viði, fekk slagsíðu, tá lastin skeyt seg í illveðri í gjár, og manningin noyddist at fara av skipinum. Bjargingartænastan sigur í kvøld, at sleipibátar royna at halda skipinum frá landi, men at støðan framvegis er álvarssom.