Farmakonomar fingið prógv

28 juni 2004 fingu Katy við Skipá Hansen og Jona Thune prógv sum farmakonomar á Tjaldurs Apoteki í Havn. Í lærutíðini hevur Jona starvast á Eysturoyar apoteki.

Útbúgvingin sum farmakonomur tekur trý ár. Ein partur av útbúgvingini er á apotekunum í Føroyum, meðan skúlin er í Hillerød í Danmark, har næmingarnir eru sjey ferðir í tey trý árini, útbúgvingin tekur.