?Tað er nógv fyri, at Strandferðslan skal ganga á odda at knasa útjaðaran í Føroyum.
Strandferðslan hevur enn einaferð fingið suðuroyingar upp á kók.
Men nú er tað ikki ferðaætlanin, sum suðuroyingar eru misnøgdir við.
Hesuferð eru tað farmagjøldini.
Og tað, sum vinnulívsmenn í Suðuroynni eru sera misnøgdir við, er, at Strandferðslan hevur hækkað flutningskostnaðin á salti so nógv, at tað nú verður ómøguligt at arbeiða saltfisk í Suðuroynni.
Prísurin at flyta salt úr Havnini til Suðuroynni hevur nevniliga gjørt eitt ordiligt skarvslop.
Tað hevur kostað 140 krónur fyri tonsið at flyta salt úr Havnini til Suðuroynna, sigur Strandferðslan.
Men nú er prísurin farin upp í 350 krónur fyri tonsið.
Tað er ein hækking upp á 150%.
Tað eru fleiri virki í Suðuroynni, sum arbeiða saltfisk, og tey siga, at tey eru deyðadømd við eini so stórari príshækking.
? Nú verður tað so dýrt at arbeiða saltfisk í Suðuroynni, at vit hava heilt einfalt ongan møguleika at halda fram, siga virkiseigarar í Suðuroynni, tí nú er ómøguligt at standa seg í kappingini við onnur virki í Føroyum.
Hevnisøka
Umframt at tað altíð hevur verið sera dýrt at flyta salt úr Havnini til Suðuroynna, er tað nú bara til Suðuroynna, at flutningskostnaðurin nú er uppfarin.
Tí tað kostar framvegis 170 krónur fyri tonsið at flyta salt vestur í Vágar, suður í Sandoynna og til Klaksvíkar, og tað kostar enn, sum áður, 120 krónur fyri tonsið at flyta salt úr Havn inn í Eysturoynna.
Virkisleiðarar í Suðuroynni ivast ikki í, at Strandferðslan ger hetta í berari hevnisøku afturfyri at fleiri virki í Suðuroynni 2-3 ferðir hava tikið seg saman og fingið ein annan bát at føra teimum salt suður, tí tað var nógv bíligari.
Tann rætti prísurin
Heini á Borg á farmadeildini hjá Strandferðsluni sigur, at 350 krónur fyri tonsið er tann rætti prísurin.
? Hann sigur, at Strandferðslan hevur havt eina avtalu við teir, sum arbeiða saltfisk í Suðuroynni, um at flyta teimum salti suður.
? Eftir avtaluni kundu vit føra saltið suður fyri 140 krónur fyri tonsið, sum er serprísur. Men tá skuldi minsta nøgdin verða 18 tons.
? Men nú teir hava fingið aðrar bátar at føra salti suður, meta vit tað sum at teir vilja vera leysir av hesi avtaluini og at hon tí er burturdottin. Tí halda vit ikki, at tað er nakað sum helst løgið í, at vit seta prísin har, sum hann eigur at verða, tvs 350 kr. fyri tonsið.
? Teir hava sjálvir valt eitt annað flutningsfelag. Og vit kunnu ikki varðveita serprísin, tá ið ætlanin bara er at brúka okkum av og á, tá ið teir eru í knípu.
? Men teir eru altíð vælkomnir aftur, sigur Heini á Borg.
Les eisini: Hetta er svínarí
Les eisini: hetta óskilið má steðgað