Farmaflogfarið hjá FarCargo er seinkað nakað

Ætlanin hjá FarCargo P/F var at fáa Boeing 757 farmaflogfarið í desember í fjør

FarCargo væntar nú at fáa farmaflogfarið í fyrsta ársfjóringi 2023.

 

Fyrireikingarnar til farmaflogverkætlanina hjá FarCargo hava, burtursæð frá seinkingum av sjálvum flogfarinum, gingið sum ætlað.

 

– Eitt nú hevur felagið longu sett part av flogmanningini, sum síðstu mánaðirnar hava verið til kravdar simulator útbúgving í Frankaríki fyri at lúka krøvini til flúgving av Boeing 757 flogtypuni, sigur Birgir Nielsen, stjóri í flogfelagnum.

 

Harumframt hevur FarCargo arbeitt miðvíst saman við sínum samstarvspartnarum at fáa neyðug viðurskiftið og loyvir upp á pláss, áðrenn sjálv flúgvingin byrjar, sigur hann.

 

Ætlanirnar at byrja farmaflúgving millum Føroyar og USA við laksi frá Bakkafrost og at bjóða flogfarmatænastur á heimferðini til Føroyar umvegis Danmark eru tí framvegis óbroyttar.