- At avtaka ella broyta Als-farloyvisskipanina til tað verra er eitt vánaligt hugskot, tí farloyvisskipanin hjá Als hjálpir langtíðararbeiðsleysum út í arbeiðið aftur, skrivar Samtak í eini yvirlýsing í dag.
Feløgini í Samtak siga, at ALS-farloyvisskipanin er góð, riggar væl og fleiri teirra, ið hava nýtt skipanina, hava fingið fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin síðani.
- Seinnu árini er nýtslan av farloyvisskipanini vaksin ár undan ári – í 2014 fingu 44 arbeiðsleys arbeiði gjøgnum farloyvisskipanina, skrivar Samtak og vísir á, at tað serliga eru tilkomnar kvinnur í ávísum økjum í landinum, sum verða hart raktar, um farloyvisskipanin verður strikað.
- Upplýsingar frá ALS vísa, at tað í serligan mun vóru arbeiðsleysar kvinnur á bygd og langtíðararbeiðsleys, sum fingu hesi arbeiði í 2014, skrivar Samtak í yvirlýsing síni. Samtak vísir eisini á, at 50 prosent av teimum, sum fáa farloyvisstarv, koma ikki annaftur í arbeiðsloysisskipanina.