FarLit er heiti á verkætlan, ið varð stovnað í 2012 og hevur til endamáls at hækka vitanarstøði um føroyskar bókmentir í útlondum og skapa øktan útflutning av bókum
Frá byrjan hevur Jenny Johannessen, bókmentafrøðingur, røkt hálvtíðarstarvið sum bókmentanarligur samskipari, men tá hon vildi taka av nýggjum avbjóðingum, varð søkt eftir nýggjum samskipari.
Tað er nú greitt, at Urd Johannesen tekur yvir. Urd hevur eina cand. mag útbúgving innan mál og altjóða viðurskiftir frá lærda háskúlanum í Ålborg og eina M.A. í leiðslu innan list frá London City University. Seinastu átta árini hevur Urd starvast sum verætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum.
- Eg havi nakað av royndum innan bókmentaøkið við í skjáttuni frá mínum fyrrverandi størvum í Norðurlandahúsinum og innan ferðavinnuøkið, og eg kenni meg væl brynjaða til uppgávuna, sigur Urd Johannesen, sum byrjaði í starvinum týsdagin 3. mars.
Fyrsta uppgávan er at gera fyrireikingar til tær bókamessur, ið FarLit luttekur á í ár. Fyrsta bókamessan verður í London 14-17 apríl, har Farlit fer at taka lut á felags norðurlendska básinum, ið er samskipaður av NordLit.
Stórur partur av arbeiðinum er at fylgja við og seta seg væl inn í tað, sum hendir á bókmentaøkinum her heima, harafturat er eisini týdningarmikið at viðlíkahalda og menna netverk við rithøvundar, forløg, mentanarstovnar, týðarar og onnur.
- Eg síggi fleiri menningarmøguleikar innan føroyskar bókmentir og gleði meg at koma í gongd, og eg fari at gera mítt til fyri at skapa góð úrslit fyri føroyskar bókmentir – tað hava tær uppiborið, sigur Urd Johannesen at enda.
Aftan fyri FarLit standa Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Visit Faroe Islands, Rit & Rák, Føroyaprent, Bókmiðsølan og føroysk forløg. Bókamiðsølan samskipar FarLit, og verkætlanarleiðari er Niels Jákup Thomsen.










