Tunlar og betong verður ofta sagt at fylla ov nógv í føroyskum politiskum kjaki, og hetta valstríðið er sum so einki undantak. Nýggi Viðareiðistunnilin er væl ávegis, hol er komið ígjøgnum, og nú verður tosað um, at betra tunlarnar norður um Fjall, áðrenn maskinurnar fara av oynni aftur.
Hetta vilja hvalbingar ikki hoyra talan um, tí politisk semja hevur verið um, at eftir at Viðareiðistunnilin varð liðugur, skuldi nýggjur Hvalbiartunnil gerast.
Viðingar og onnur, ið búgva norðanfyri tunlarnar ætla tó ikki at bíða ov leingi, áðrenn tunlarnir norður um Fjall verða betraðir, og nú eru teir farnir at savna undirskrivtir, til tess at fáa myndugleikarnar at gera nakað við støðuna.
- Um tú heldur at núverandi tunlar eru ótíðarhóskandi, lívshættisligir ella ikki torir at koyra ígjøgnum teir, vil eg heita á teg um at seta tína undirskrift her, stendur at lesa á undirskrivtarinnsavningini.
- Henda farleið kann verða vandamikil, og órógvar sera nógv gerandisdagin hjá borgarunum, ið búgva norðuri um fjall, vinnuna og ferðavinnuna, stendur skrivað.
Víst verður á, at ferðslan í dag liggur um 1400 til 1500 akfør um dagin. Tunlarnir eru frá 1965 og 1967 og vegbreiddin er 2,8 m. og fríhæddin 3,1 m. Hetta eru teir smalstu og lægstu tunlar í Føroyum.
- Henda farleið kann verða vandamikil, og órógvar sera nógv gerandisdagin hjá borgarunum, ið búgva norðan fyri fjall, vinnuna og ferðavinnuna, skriva stigtakararnir.
- Undirskriftainnsavnanin er ikki umbiðin av nøkrum politiskum flokki, men eitt róp um hjálp frá borgarunum til landsins mynduleikar, skriva stigtakararnir, sum eisini minna á, at lepar liggja ymsa staðni í Norðoyggjum, men heita á fólk um ikki at skriva undir bæði á leparnar og á alnetinum.
Videobrotið vísir ferðsluna millum tunlarnar báðar 31. juli, 2013. Myndamaður er Zacharias Hammer.
Til ber at skriva undir her.