Farleiðin um Skopunarfjørð skal tryggjast

Fólkaflokkurin í Sandoyar Sýslu tekur nú undir við Javnaðarflokkunum í Suðuroynni og Sandoynni.

At lata standa til, og ikki gera nakað við farleiðirnar til útoyggjarnar, er ein stórur ótryggleiki og at loypa upp um, har garðurin er lægstur, heldur Fólkaflokkurin í Sandoyar Sýslu.

- Teistin er at meta sum einasti vegur í Sandoynna. At niðurleggja siglingina kann samanberast við, at allir vegir verða avstongdir og at einki skip úr útlendskari havn sleppur at bryggju. Tað vil siga, at einki samband fæst við umheimin og at lívsæðrin hjá Sandoynni er kvett ? ikki minst vinnuliga, skrivar Fólkaflokkurin í Sandoyar Sýslu.