Í nógv ár hava kollfirðingar ynskt sær møguleika at útvega sær grundstykki í bygdini.
Nú verður hetta so møguligt nú kommunan er farin undir eina útstykking.
Hetta er fyrsta útstykking í Kollafirði í 28 ár.
Í hesum umfari verður talan um 22 grundstykkir, sum í miðal verða 544 m2 til støddar.
Sambært Hagstovuni, er fólktalið í Kollafirði seinastu 10 árini minkað úr 819 íbúgvum til 761 íbúgvar. Hvørt tað er manglandi bústaðar, ið er orsøk til fallandi fólkatal er ringt at siga, men kommunan sigur í tíðindaskrivi, at nýggja útstykkingin vónandi birtir undir ein áhuga hjá fólk at seta búgv í økinum.