Tann 22. juli í 2011 mistu 69 fólk lívið undir hópdrápinum á Utøya í Norra, og hesa vikuna er arbeiðið at endurreisa oynna farið í gongd.
Tað er pápi eitt av teimum ungu, sum yvirlivdu, ið hevur tikið stig til at endurbyggja oynna við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og tað er ungmannafelagið hjá norska javnaðarflokkinum, AUF, sum rindar fyri tilfarið.
Higartil er sjálvbodna arbeiðið mest gingið út uppá at seta høvuðshúsið á oynni í stand aftur, samstundis sum ymiskt skal gerast av nýggjum fram við bryggjuni.
Leingin hevur verið kent, at fólk eru ymisk á máli um, hvat eigur at gerast, og tað eru verri enn so øll av teimum avvarðandi, sum eru so fegin um, at virksemið og bygningar á Utøya verða endurreist.