Farin um tríggjar milliónir smittað í Týsklandi

Í dag skal samveldiskanslarin hitta leiðararnar í stakríkjunum á netinum at tosa um kornugongdina í Týsklandi.

Talið av smittaðum til samans í Týsklandi undir koronufarsóttini er farið um tríggjar milliónir fólk.

Tað vísa tøl frá Robert Kock stovninum (RKI), sum hevur eftirlit við farsóttini, í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.

Seinasta samdøgrið eru skrásett 13.245 nýggir smittutilburðir við koronuvirusi.

Talið av smittutilburðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar seinastu vikuna í Týsklandi liggur á 129,2 ímóti 127 í síðstu viku, upplýsir stovnurin.

99 fólk eru deyð við covid-19 seinasta samdørgrið, sum fær talið av deyðum upp á 78.452 deyð av koronuvirus, síðani farsóttin byrjaði at herja.

Tað svarar til 94 deyð av koronu fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Til samanberingar eru tey sløk 41 í Danmark fyri hvørjar 100.000 íbúgvar og í Føroyum 2 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Týskland roynir í løtuni at forða fyri triðju bylgju av visusinum, sum fyri tað mesta stendst av meira smittandi brigdum av virusinum.

í dag skal týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og leiðararnir í týsku stakríkjunum hittast á netinum fyri at tosa um koronugongdina í landinum. Her verður støða eisini tikin til, um nýggj tiltøk skulu setast í verk.

Higartil hevur tað tó verið ógjørligt at funnið semju millum Merkel og leiðararnar í stakríkjunum.

Í týsku skipanini við 16 stakríkjum kann hvørt stakríki tá til stykkis kemur sjálvur gera av, hvat tey gera. Og nøkur ríki ætla at lata meira uppaftur, hóast hvassar atfinningar.

Í Týsklandi eru 15 prosent av fólkinum ferð ímóti covid-19, upplýsir RKI.

Tøl frá leygardegnum vísa, at umleið 12,7 milliónir hava fingið fyrra prikið, meðan umleið 4,9 milliónir eisini hava fingið seinna prikið.

/ritzau/