Farin nýggjan túr yvir á Grand Bank

Havborg hevur fingið nógvar rækjur, síðan skipið fór í vinnu undir nýggju eigarunum, men hetta hevur ikki verið nóg mikið til, at raksturin kann bera seg

Rækjuvinna

Leygardagin loysti einasti rækjubáturin, sum er eftir í vinnu í føroyska rækjuskipaflotanum. Teir fóru nýggjan túr yvir í altjóða sjógv á Grand Bank at royna.
Talan er um rækjubátin, Havborg, sum leirvíkingar eiga.
Reiðaríið vónar, at hesin túrurin ikki verður longur enn ein mánaða ella so.

Fulla last
Skipið hevur verið á Svalbards-leiðunum og var inni í Tromsø í Noregi herfyri við fullari last. Har bunkraðu teir eisini olju, sum í Noregi er nøkur oyru bíligari fyri liturin, enn hon er í Føroyum.
Eini 40 tons av veiðini hjá Havborg hendan túrin var kókaðar rækjur, restin var rárækjur.
Fyri rárækjurnar fáa teir slakar 8 krónur fyri kilo og millum 14 og 16 krónur fyri kilo av kókaðum rækjum.
Hesin túrurin við Svalbard hevur verið einar 5-6 vikur langur, og veiðan liggur millum 350 og 400 tons.

Fiskar væl
- gongur ikki
Tað eru vágsbrøðurnir, Jóhannes og Dan Joensen, sum skiftast um at føra Havborg.
Skipið hevur fiskað ógvuliga væl, síðan leirvíkingar keyptu tað, men hetta hevur minni enn so verið nóg mikið til, at raksturin kann bera seg.