Hans Jacobsen er ikki longur formaður í Havbúnaðarfelagnum.
Tað gjørdi hann greitt týsdagin.
Hann er stóri á Alistøðini á Bakka, sum er meldað til løgregluna fyri illgrunan um at hava útflutt fisk, sum er sjúkur og deyður av ILA.
Og tað er ein avleiðing av hesum, at nú hevur tikið seg aftur sum formaður í Havbúnaðarfelagnum.
Jan Mortensen, sum er skrivari í felagnum, váttar, at Hans Jacobsen hevur tikið seg aftur sum formann.
Hann sigur, at tá ið nevndin kemur saman, má hon so taka støðu til, antin nýggjur formaður skal veljast.
Annars hevur Havbúnaðarfelagið ikki viðgjørt støðuna, eftir at Bakkafrost og Alistøðin á Bakka eru meldað til løgregluna undir illgruna fyri at hava útflutt fisk, sum er sjúkur og deyður av ILA.