Farin frá hinum

Eftir at Náttúragripasavnið seinastu vikurnar bara hevur frætt frá tveimum av hvalunum, sum mertkir vórðu í grindini í Vági herfyri, fór ein triði aftur at senda.

Frætt hevur bara verið frá tveimum, sum hava svomið aftur og fram eystur úr Føroyum, men 7. november læt ein hvalur aftrat ljóð frá sær og sendi regluliga eftir tann dag.

Lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen heldur tað vera áhugavert at síggja, at hesin hvaurin, sum nú aftur hevur sent, er farin langt frá hinum. Mánadagin var hann staddur norður úr Hetlandsgrynnuni. Bjarni Mikkelsen hevur ongantíð áður sæð, at grindahvalir eru farnir so langt eystur.