Farin í ferðavinnuna

Klædnahandlarin úr Havn, sum ætlaði at selja vatn úr Suðuroy, er fyribils endaður sum nevndarformaður fyri eini danskari frítíðarmiðstøð

Kári Müller, sum nógv kenna frá klædnahandlinum Feðgum í SMS, er nú farin upp í danska ferðavinnu. Hann er nevndarformaður í eigarafelagnum, sum eigur frítíðarstaðið Hotel Skagen Strand í Hulsig í Norðurjyllandi.

Talan er um eitt »kompleks«, har til ber at keypa seg inn sum partaeigara. Eitt sonevnt »time share« tilboð. 430 persónar og fyritøkur eru partaeigarar, sigur Kári Müller. Umframt privatpersónar eru nevniliga fleiri fyritøkur, sum keypa hús og íbúðir, sum starvsfólkið so brúkar í síni frítíð, sigur hann.

Kári Müller sigur, at hann flutti til Hulsig, sum liggur beint sunnan fyri Skagen, í juni mánaða í fjør. Hann vildi hava frið og líkasum koma eitt sindur av vegnum, sigur hann.

Men er tað nakað, sum Kári klárar at ganga uttan um, so er tað friður. Hann keypti eitt av húsunum, og á aðalfundi í eigarafelagnum, sum hildin varð 15. apríl í ár, varð einasti føroyingurin í »selskapinum« einmælt valdur til nevndarformann.

Hetta staðið, sum Kári Müller nú er nevndarformaður fyri, liggur við eysturstrondina í Norðurjyllandi út móti Kattegat.

Har er alt, sum til eitt slíkt stað hoyrir, sigur Kári nevndarformaður. Baðiland, fótbóltsvøllur og ørgrynni av øðrum ítróttartilboðum til gestirnar, veit hann at siga. Og sera barnavinarligt er eisini, greiðir Kári frá.

Staðið er rættiliga nýtt. Fyrstu húsini vórðu bygd fyri 12 árum síðan, og tey nýggjastu eru bara tvey ára gomul. Har er ljóst og væl útgjørt innandura við øllum, sum til eina nýmótans íbúð hoyrir.

Staðið verður leigað út til vanlig ferðafólk, sum vera man. Týskarar, norðmenn, sviar og københavnarar, sigur Kári, sum tó saknar føroyingarnar.