Farin aftur til arbeiðis á Boðanesheiminum

Semja er nú gjørd, soleiðis at limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir aftur til arbeiðis á Boðanesheiminum.

Semja er um, at leiðararnir á Boðanesheiminum fáa eina ávísa løn, sum møguliga skal eftirregulerast alt eftir, hvat ein møguligur gerðarrættur kemur fram til.

Arbeitt hevur verið við setanarbrøvunum hjá limunum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ímeðan teir hava verið í starvi á nýggja røktarheiminum. Leiðarin varð sett í starv 1. juni, meðan fýra deildarleiðarar byrjaðu í starvi 1. august. Øll hava tey fingið eina fyribils løn, meðan arbeitt hevur verið við setanarbrøvunum.

Ósemja millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørdi, at til bar ikki at fáa ásett røttu lønina í setanarbrøvini. Tískil fingu hesir limirnir boð frá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um ikki at taka upp arbeiðið á røktarheiminum úti við Strond.

Í dag kundu limirnir fara aftur til arbeiðis, eftir at partarnir komu fram til eina semju fyrr í dag.