Farið til Føroya á brúðarferð

Vacationidea.com metir Føroyar at vera eitt av best egnaðu støðunum til brúðarferð í Evropa.

Meðan onnur kanska hugsa um sól, strond og heitar nætur, tá brúðarferðin skal bíleggjast, so hava fólkini handan heimasíðuna vacationideas.com eyðsæð aðrar tankar.

 

Tey hava gjørt ein lista yvir bestu støðini at fara á brúðarferð í Evropa, og millum meiri vanlig lond sum Portugal, Spania, Italia, Frakland og Grikkaland, standa Føroyar.

 

- Oyggjarnar egna seg stak væl fyri pør, ið elska ævintýr uttandura, so sum at kava,  gongutúrar ella at hyggja at fuglum. Vetrarkavingin er stórfingin, orsaka av tí krystallklára vatninum, bergtakandi holunum og litríka havlívinum, skriva tey millum annað.

 

Sólarmyrkingin er eisini nevnd, tó at tað kanska er nakað seint at bíleggja ein túr til Føroya, um ein ynskir at uppliva hana.

 

Vacationidea.com er ein heimasíða, ið roynir at hjálpa ferðandi at velja teirra næsta ferðamál. Níggju ár á rað var hon kosin sum "best á netinum" av viðurkenda tíðarritinum Forbes. 220.000 brúkarar vitja síðuna hvønn mánað, har av yvir 90 prosent eru úr USA.

 

Myndina hevur Absalon Hansen tikið, og nýtir Visit Faroe Islands hana í síni marknaðarføring av Føroyum.