Um ein mánað ella so fáa føroyingar munandi betri møguleikar til samskifti við umheimin. Tá verður nýggi samskiftiskaðalin, FarIce, alment tikin í nýtslu.
Kaðalin er lagdur og royndarkoyrdur tekniskt, sigur Páll Vesturbúð, tekniskur stjóri á Føroya Tele, sum er føroyski parturin í samstarvinum.
Páll Vesturbúð sigur, at kaðalin tekniskt virkar væl, men at enn er nakað eftir at fáa upp á pláss, áðrenn sigast kann, at kaðalin alment kann takast í nýtslu.
Onkrar samráðingar eru í gognd við veitarar, sum skulu knýtast upp í kaðalin. Hetta verður væntandi klárt einaferð fyrst í mars mánað, sigur hann.
Eisini er okkurt eftir at gera við leiðina niður gjøgnum Skotland. Motorvegin gjøgnum Skotland, sum tekniski stjórin á Føroya Tele nevnir tað.
Hetta hevur einki við sjálvan FarIce kaðalin at gera, men er partur av samlaðu farleiðini millum Ísland og London, har servarar við ymiskum veitarum eru at finna og skulu knýtast í kaðalin.
Alt hetta verður væntandi liðugt um somu tíð, og tá fer Føroya Tele so alment at boða frá, at FarIce samskiftiskaðalin er tikin í nýtslu, sigur Páll Vesturbúð.
Tá kaðalin er tikin í nytslu, verða samskiftisviðurskiftini millum Føroyar og umheimin rættiliga nógv betri, enn tey longu eru, sigur tekniski stjórin á Føroya Tele. Kapasiteturin verður fleirfaldaður, sigur hann, uttan annars at gera nakra neyvari samanbering.
FarIce kaðalin ligur millu Ísland og Skotlan. Norðanvert Føroyar er ein teymur knýttur í kaðalin. Hesin teymur kemur á land í Funningsfirði, og gjøgnum hendan eru Føroyar so knýttar í kaðalin.