Leo Poulsen
Ákæran var móti einum manni, ið hevur roykt hassj í longri tíð. Talan var um tvær plantagur, eina í kjallaranum og eina í einum stórum hjalli.
Tilsaman vórðu funnar 72 skunkplantur, og eisini vórðu funnin 29 gramm av hassj og nakrar tablettir av retalin í einum sjampodunki. Hetta seinna hevði maðurin við sær av Roskildefestivalinum, men hann segði seg ikki kenna nakað til tablettirnar, tá hann var avhoyrdur í farnu viku.
Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava ætlanir um at selja framleiðsluna fyri munandi vinning.
Í sínari proseduru segði Stefan Møller Jørgensen, ákæri, at nógv útgerð var funnin í sambandi við skunkplantagurnar. Tað verið seg ljósrør, timarar, luftblásarar, termometur og so víðari.
Stefan Møller Jørgensen vísti til Ríkisadvokatin sum sigtur, at upp til 100 gramm av hampi verður roknað til egið brúk, men fer tað upp um tað má roknast við, at framleitt verður til sølu.
Tær 72 planturnar vórðu roknaðar út til at innihalda 866 gramm av hassji, tí kanningar gjørdar í Danmark vístu, at hvør planta innihelt 12 gramm av hassji.
Ákærin segði, at tað harvið var prógvað, at ætlanin var at selja ein part av hassjinum, og verður roknað við, at hann ætlaði at selja helvtina - 400 gramm - so kundi roknast við nógvum pengum, havandi í huga, at hassj kostar 250 krónur grammið í Føroyum.
Funnin vóru eisini 351 frø, og sambært útrokningum hjá Retskemisk Afdeling verður roknað við, at 38% av blandaðum frøum koma undan sum heystverdar plantur. Tað vil siga, at tey 351 frøini kasta 6.133 gramm av hassji av sær. Roknað verður nevniliga við, at hvør planta gevur 46 gramm av hassji.
Síðani gjøgnumgekk ákærin út við 10 dómar, bæði landsrættardómar og dómar frá Føroya Rætti.
At enda mælti ákærin til, at dómurin ikki gjørdist undir eitt ár í fongsli.
Treytaða revsing
Verjin, Jógvan Páll Lassen, byrjaði sína proseduru við at sitera úr Mósubókini.
Annars byrjaði hann við at siga, at hann ikki skilti, hví ákærin tosaðu um, at ákærdi hevði framleitt plantur í longri tíð. Talan var bert um hesar 72 planturnar, sum vórðu funnar.
Í sambandi við tað mongd av fræi, sum var funnin, vísti Jógvan Páll Lassen á, at tað er pura lógligt at eiga hampfræ.
Hann vísti eisini á, at um tú brýtur inn í ein gullhandil, verður tú revsaður fyri tað, tú tekur, og ikki fyri tað virði, ið er í handlinum.
Hann tók eisini eitt annað dømi, har ein bilførari koyrir 120 km/t og verður tikin, so verður hann revsaður fyri at koyra 120 km/t og ikki fyri at ætla at koyra 200 km/t.
Jógvan Páll Lassen kom eisini inn á, at útrokningarnar hjá politinum vóru út av lagi skeivar. Hann vísti til kanningar hjá Retskemisk Afdeling sum vístu, at 21 plantur góvu 163 gramm av hassji, og at tað var langt frá teimum 6.133 grammunum, sum ákærin vildi vera við.
Hann metti tí, at talan var um nógv minni nøgdir av hassji, enn ákæruvaldið vildi vera við.
Hann vísti eisini á, at tað var einki, sum bendi á, at talan var um nakra sølu. Einki telesamskifti vísti, at søla var upp á tal.
Jógvan Páll Lassen segði, at tala í mesta lagi var um 500 gramm av hassji, og at revsingin tí ikki átti at vera í námind av tí, sum ákærin mælti til.
- Revsingin eigur at verða ein treytaður dómur, og passandi tíð er tveir mánaðir, endaði Jógvan Páll Lassen prosiduru sína.









