Einans fýra fyritøkur vóru tilmeldaðar á básinum sum Uttanríkismálaráðið hevur bílagt á oljuráðstevnuni OE09 í Aberdeen í septembur. Orsøkin sigst verða dýra gjaldið fyri luttøku á básinum.
-Runavíkar kommuna hevur, síðani vónirnar um eina oljuvinnu í Føroyum veruliga tóku seg upp í ’98, verið umboðað á oljuráðstevnunum OE og ONS, sum verða hildnar annaðhvørt ár í Aberdeen og Stavanger. Runavíkar kommuna fer tíðskil at standa við og luttekur á básinum eisini í ár sigur Kæmint Østerø.
Hann vísir víðari á, at føroyski básurin á OE liggur yvirav básinum hjá “Aberdeen City Counsil” og hevur verið nógv vitjaður av fyritøkum innan oljuídnaðin og skotskum politikarum. Óformliga sambandið millum vinnufólk, embætisfólk, skotskar politikarar og føroyingar hevur givið okkum eina breiða vitan og fatan av teimum árinum, sum oljuíðmaðurin hevur á samfelagið.
Runavíkar kommuna hevur støðugt arbeitt við at gera umstøðurnar hjá oljuvinnuni betri, og arbeiðir við einari langsiktaðari menningarætlan fyri vinnuni í økinum sigur formaður í vinnu- og havnanevndini.
Ítøkiliga hevur úrslitið m.a. verið, at einasta oljuútgerðarhavn liggur í Runavík og at fyritøkur í økinum hava ment seg til eisini at kunna veita tænastur til oljuídnaðin.
Stóran týdning
Klæmint Østerø sigur víðari, at oljuvinnan hevur sum heild haft sera stóran týdning fyri føroyskt vinnulív. Seinastu árini hava føroyskar fyritøkur gjørt stórar íløgur í skip og vinnutól og kunnu veita oljuvinnuni tænastur á høgum støði og sum eru kappingarførar í dygd og kostanði. Alsamt fleiri fólk finna sær arbeiði í oljuvinnuni, serliga innan handverk, men eisini tá tað kemur til leiðslu.
Grundstøði fyri hesari menning hevur verið vónin um eina føroyska oljuvinnu og jaligi viljin hjá útlenskum fyritøkum mótvegis føroyskum. Onki er at ivast í, at trúgvin uppá olju í undirgrundini hevur hildið fyritøkum og oljufeløgum til at gera íløgur og royndarboringar í føroyum.
Um ongin luttøka verður, og føroyski básurin á OE verður niðurlagdur, verður tað mett sum at føroyingar hava mist vónina um at finna olju. Tað eru ring tekin at senda oljuídnaðinum, at føroyskar fyritøkur og kommunur hava mist vónina um eina oljuvinnu í Føroyum, enntá beint frammanundan at borað verður aftur í Føroyum sigur Kæmint Østerø, sum heldur fram:
-Avbjóðingarnar broytast støðugt, og tí er neyðugt at verða við. Eftir mínum tykki er tað stórt spell, um básurin verður niðurlagdur.
Fleiri fyritøkur hava úttalað seg soleiðis, at tær vilja ikki luttaka á básinum, men heldur vitja ráðstevnuna og harvið eisini føroyska básin. Trupulleikin er bara um tað verður nakar básur at vitja, um hetta er holdningurin.
Eg fari tí staðiliga at heita á vinnuna og kommunur um at standa saman um básin á OE09










