Fari sjáldan út tveir dagar á rað

Ein tilkomin maður liggur á knæ umborð á útróðrarbátinum “Hvalurin” og leitar eftir onkrum í øðrum borðinum.

- Tað var illa, tí nú hvarv knívurin afturum her. Eg fái ikki fatur á honum, og tað gert tú neyvan heldur við tínum stóru hondum!, sigur útróðrarmaðurin, Bjarti Thorleifsson.

Tað er av allar fagrasta veðri her í stóra smábátahylinum á Strondum.

Í dag liggja flest allir bátar inni, men tað sakar einki, tí her er gott pláss til hvønn einasta teirra. Skipað er nevniliga soleiðis fyri, at teir kunnu liggja bæði trygt og gott, og kunnu haraftrat liggja við síðuni inn móti bryggjuni.

Hin 76 ára gamli Bjarti er farin sær ein túr oman í bátin. Tað var líka okkurt sum hann skuldi rigga til, áðrenn hann leggur út á næsta útróðrartúrin.

Bátin fekk hann fyri trimum mánaðum síðani av Argjum, og hann hevur alt tað sum skal til fyri at kunna virka sum slíkur.

- Men, satt at siga, so ætli eg mær ikki at dríva so øgiligt á við útróðrinum. Eg havi tað faktiskt heldur ikki fyri neyðini, sigur Bjarti við Sosialin.


Øll apparatini

Líka síðani Bjarti fekk henda bátin, hevur hann brúkt rættiliga nógvar tímar í honum fyri at rigga hann til útróður.

- Hann hevði ikki nógv av nøkrum, tá eg keypti hann.

- Men nú er hann blivin doyligur, tí nú hevur hann fingið øll apparatini, greiðir Bjarti frá.

Henda týsdagin í farnu viku, tá vit vitjaðu á Strondum, hevði hann rokast eina løtu og hevði altso beint frammanundan mist knívin á dúrkið.

Burtur var knívurin. Og burtur varð knívurin!


At dríva útróður

Hóast komin væl upp í árini, so dámar Bjarta sera væl at leggja frá landi og fara til útróðrar.

Hann viðgongur tó, at hann ikki er so ofta við bátinum sum onkutíð - og sum aðrir.

- Noy, tað er ikki so ofta longur. Eg eri ikki maður at dríva tað uppá sama máta sum teir ungu.

- Tá eg havi verið úti ein dag, fari eg sjáldan avstað aftur dagin eftir, sigur Bjarti.



Ein sannur rokari

Báturin sum Bjarti rør út við er 34 føtur langur. Tað serliga við hesum bátinum er, at hann í roynd og veru ein gamal grønlandsbátur og kallaðist “Hvalurin”, eins og hann ger tað í dag.

- Hetta var ein ordiligur rokari har yviri, skal eg siga tær, sigur Bjarti við einum brosi.

Hann róði sjálvur út í Grønlandi við einum nýggjum báti, sum var komin um somu tíð sum hesin, ið hann nú hevur.

Teir róðu út í norðaru havnini á Ravns Stóroyggj. Tað gekst kortini illa at sleppa til útróðrar altíð og stund, hóast menn fegnir vildu tað.

Hetta eina árið var nevniliga eitt rættiliga ísár, og tí vóru menn nógv tarnaðir av ísi, men sluppu kortini út viðhvørt.

- Men hesin her - hesin báturin, hann var ein tann ídnasti at fara avstað. Og tað vísti seg eisini, at hann altíð kom aftur við líka nógvum.

- Hann kom mangan tungur at landi, minnist Bjarti afturá.