Fari nú at finna hugskot

Durita Strøm var ovfarin, tá hon leygardagin varð vald til forkvinnu í undirnevndini - Spyr meg - hjá Javna

Út við seksti fólk møttu á aðalfundinum hjá Javna leygardagin, og forkvinnan Sigrun Wardum var serliga fegin um, at so nógv menningartarnað fólk komu á fundin.
Ein serlig orsøk var til hetta, tí fyri fyrstu ferð skuldu nú veljast tríggir limir í undirnevndina - Spyr meg - hjá Javna, og valbæri høvdu bara menningartarnað fólk.
Formaðurin ella forkvinnan skuldi veljast beinleiðis á fundinum.
- Eg var so bilsin, at eg fekk næstan 30 atkvøður, sigur Durita Strøm, sum varð vald til forkvinnu.
Ellivu fólk stillaðu upp til nevndina, og hini bæði valdu vóru Meiken S. Olsen og Dánial Gram Høgnesen.
Endamálið hjá nevndini - Spyr meg - er at tala søk teirra menningartarnaðu, at seta orð á ynski teirra.
Nevndin í Javna hevur fingið Tóru Øre Hansen at leggja nevndini í Spyr meg lag á og hjálpa teimum, eitt nú við tí skrivliga.
Durita Strøm sigur, at Spyr meg ikki minst fer at viðgera bústaðarmál og arbeiðsmøguleikar. Tey menningartarnaðu eiga at fáa tað slagið av bústaði, sum tey ynskja sær, og tað er sera umráðandi at sleppa til okkurt arbeiði fyri at koma í samband við fleiri fólk.
- Eg fari at finna fleiri hugskot til nevndina at arbeiða við, sigur Durita Strøm.
Sjálv var hon heppin, tá hon fyri sjey árum síðan fekk arbeiði á vaskarínum hjá Landssjúkrahúsinum. Tað er eitt hálvt vart starv.
- Her er so nógv at gera, at eg kundi arbeitt nógv meira, sigur hon.
Arbeiðið er strævið, men hon stórtrívist.
- Øll eru líka góð við meg, sigur Durita Strøm.