Farið heldur til arbeiðis

– Støðan er ótolandi, men er tað, Tórshavnar Býráð ger ístaðin, bara eitt fjalt sparitiltak?

 

 – Er hetta ikki ein fjald sparing? Tað spyr Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Og tað sigur hon, nú tey í Tórshavnar Býráð eru farin at royna eftir sjálvbodnari arbeiðsmegi at hjálpa til á eldraøkinum. Tórshavnar Býráð vísir á, at sjálvboðið arbeiðið kann gagna sálarheilsuni hjá fólki.

 

Mary Antonsdóttir heldur, at tað kann tykjast sum eitt gott íkast til gerandisdagin hjá eldru borgarunum. Men hon spyr samstundis, um talan ikki heldur er um eina fjalda sparing. Er tað rætt, at ein so rík kommuna, sum Tórshavnar kommuna, skal leita eftir óløntari arbeiðsmegi, ístaðin fyri at seta fleiri fólk í starv, spyr hon.

 

Og áheitanin frá forkvinnuni í heilsuhjálparafelagnum á Tórshavnar Býráð, er greið: 

 

– Farið heldur til verka og loysið ótolandi støðuna á eldraøkinum. Tá ið tað arbeiðið er gjørt, kunnu tit arbeiða við at skipa fyri óløntum og sjálvbodnum arbeiði, leggur hon afturat. 

 

Hon sigur, at, tað skríggjar tað til himmals, at eyguni verða latin aftur fyri veruleikanum, nevniliga, at  tað bráðneyðugt at fáa fleiri starvsfólk á eldraøkinum

 

Hon heldur at tað kemst ikki uttanum, at talið á starvsfólkum má hækkast við lóg. Trýst annars HER og les meiri um, hvussu Mary Antonsdóttir sær støðuna