- Heldur enn at nýta tíð og orku upp á gerðarrætt, løgting og annað uttanum virksemi, skuldi arbeiðsgevarasíðan nýtt alla sína tíð og orku upp á at finna eina loysn á málinum.
Tað eru feløgini í Samtaki – Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – vísa framhaldandi sín treytaleysa stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríði sínum at fáa limunum betri sáttmála, og heita nú aftur á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at sessast aftur við Pedagogfelagið við samráðingarborðið og finna eina virðiliga loysn á ósemjuni
- Loysnin liggur ikki í gerðarrættinum, men við samráðingarborðið, og somikið av virðing átti arbeiðsgevarasíðan at víst sínum mótparti, at tey vilja royna samráðingina heldur enn at vinna námsfrøðingunum neisur í tekniskum undanførslum í gerðarrættinum, skrivar Samtak.
Tað er fallum nógvum fyri bróstið, at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, eftir sigandi hevur hótt pedagogar, sum eru í lógligum verkfalli, og í hesum sambandi boða tey fýra fakfeløgini frá, at tey hava sett seg í samband við løgfrøðing fyri at kanna, um tað er revsivert hjá almennum leiðarum at hótta starvsfólk, ið eru í lógligum verkfalli.
Umframt tey fýra feløgini í Samtaki, hevur Heilsurøktarafelag Føroya í dag veitt Føroya Pedagogfelag sín stuðul og forbjóðað sínum limum at taka verkfallsrakt arbeiði upp.










