Diabetes er ein av sjúkunum, sum FarGen granskar í. Málið er at útvega vitan, sum kann vera við til at menna málrættaða viðgerð, sonevnt persónlagað medisin.
Fyri at granskingarúrslitini skulu vera nøktandi, er umráðandi at fáa nógvar luttakarar við, sum hava sjúkuna. Tí verður sóknast eftir fleiri diabetessjúklingum til FarGen, og málið er at fáa í minsta lagi 350 luttakarar við staðfestum diabetes við í kanningarnar. Higartil eru um 100 fólk við diabetes í FarGen.
Arbeitt verður við sonevndum case-control-kanningum, har ílegu- og heilsudátur hjá sjúkubólkinum verða samanbornar við dátur hjá einum bólki av frískum fólki, hetta fyri at vita, um til ber at staðfesta munir ella ávís mynstur í dátunum. Allar dátur eru navnloyndar, tvs. at granskarar vita ikki, hvør eigur dáturnar, teir arbeiða við.
Tú kanst tekna teg her.
Í sambandi við luttøkuna eigur tú eisini at lesa kunningartilfar og fylla út eitt spurnablað, sum eru tøk á Vanganum undir Fólkaheilsustýrinum og á heimasíðuni www.fargen.fo










