Farex væl koyrandi

Sjálvt um stórur partur av fiskivinnuni, serliga á landi, er í svárari kreppu, so nýtist hetta ikki at vera nøkur vanlukka fyri eigararnar av fyritøkunum. Teir tríggir, sum eiga fiskasølufyritøkuna Farex – harav ein floksformaður og ein fyrrverandi tingmaður – sum møguliga er á veg av knóranum, koyra í løtuni í persónbilum fyri slakar tvær mió. krónur. Eftir sita starvsfólk, sum kunnu síggja fram til eina uppsøgn, meðan bankar og aðrir kreditorar kunnu rokna við einum tvísifraðum millióntapi

Viðmerking:

Sokallaða privata initiativið hevur altíð verið hálovað her á landi, og nógvar góðar eru orsøkir til tess. Útyvir at skapa virksemi, virðir og arbeiði til túsundtals fólk, so gevur tað oftani stórt fíggjarligt rásarúm fyri eigararnar – eisini privat – at stovna egna fyritøku. Og fyri tað um fyritøkan ikki gongur av tí besta, fyri ikki at siga, heilt illa, nýtist hetta ikki at merkja tann stóra undirgangin á privata frontinum. Í mongum førum heldur tvørturímóti, freistast ein til at siga.

Tak nú fiskasølufyritøkuna Farex, sum er í vanda fyri at fara av knóranum fyrsta dagin. Hóast stórt hall í rakstrinum, gjaldføristrupulleikar, út ímóti 40 mió. krónur í skuld og við einum virksemi, sum í veruleikanum er steðgað, so koyra teir tríggir eigararnir, Kaj Leo Johannesen, Kári Danielsen og Rói Egholm, í persónbilum fyri slakar tvær mió. krónur. Viðmerkjast skal, at her er stórur innanhýsis munur á bilunum. Meðan floksformaðurin hjá Sambandsflokkinum koyrir runt í einum Honda jeep, hava hinir báðir keypt »rættiligar« bilar.

Bilurin hjá Kaj Leo Johannesen kostar »bert« á leið 370.000 krónur. Øðrvísi er hjá Kára Danielsen, ið koyrir í einum Mercedes ML, sum kostar á leið 750.000 krónur, men ongin slær tó fyrrverandi tingmannin hjá Tjóðveldinum, Róa Egholm. Í løtuni hevur stjórin í Farex ein BMW X3 fyri á leið 770.000, men hesin er eftir øllum at døma ov gamal (keyptur í 2006) ella ov keðiligur hjá fiskasølustjóranum at koyra í. Tí úti á eini bilasølu við Marknagilsvegin stendur ein spildurnýggjur BMW X5, ið kostar á leið 1,1 mió. krónur, tá pláturnar eru fingnar til vega. Skal tað vera, so lat tað vera, hevur Rói Egholm helst hugsað, tá hann bílegði nýggja bilin. Og nei, ongin orsøk er at seta seg niður at gráta yvir spilta.... fyritøku.


Tørva minst 10 mió.


Nú skal man ongantíð øvunda nøkrum, og ivaleyst meta eigararnir, at allir bilarnir eru keyptir fyri hart vunnar krónur, tí annars høvdu teir ikki gjørt hetta. Men um onkur kreditorur hevur hug at rykkja eygnabrýr eitt lítið vet, tá hugt verður eftir bilparkini hjá Farex-eigarunum, samstundis sum tvísifraðu milliónatapini daga undan havsbrúnni, so er tað kanska ikki so løgið. Men hvør dittar sær at harta hann, sum kemur út við hattinum í hondini fyri at fáa nýggjar íleggjarar at seta pening í fyritøkuna, at teir eru væl koyrandi? Nei, ha?

Sambært Kaj Leo Johannesen skal ein avkláring fáast á fíggjarligu støðuna hjá Farex innan fáar dagar, og at fyritøkuni tørvar minst 10 mió. krónur fyri at verða lív lagað. Annars verður lykilin snaraður um.

Roknskapurin fyri 2007 er ikki almannakunngjørdur, men tølini fyri 2006 vísa eitt hall upp á 2,2 mió. krónur, meðan skuldin í P/F Farex per 31. desember 2006 er slakar 38 mió. krónur. Eginpeningur er um somu tíð negativur; minus 352.000 krónur.

Tað er P/F KRK (stytting fyri Kaj Leo, Róa og Kára), ið eigur P/F Farex og P/F FarexTrans Invest. Síðstnevnda er íløgufelag, sum eigur 24 prosent av partapeninginum í P/F Faroe Seafood, sum flestum kunnugt eisini er komið í gjaldføristrupulleikar.