Leiðslan í fiskasøluni Farex hevur nú slept vónini um at fáa til vega neyðugu fíggingina. Tað visti Útvarpið at siga í gjárkvøldið. Síðani seinasta heyst hevur leiðslan í Farex arbeitt við at endurreisa kapitalin í felagnum, sum var mistur. Í fyrsta lagi, tí vanligi raksturin gav hall, og eisini tí ein roynd á kinverska marknaðinum fullkomuliga miseydnaðist. Øll starvsfólkini hjá felagnum vórðu søgd úr starvi seinasta heyst, og nú skal felagið altso avtakast.










