Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri í felagnum, sum sigur, at tey tó mugu vera tolin, tá tað snýr seg um at flyta farm heimaftur.
Hóast ætlanin fyrst og fremst var at flyta laksavørur til amerikanska marknaðin, so verður nú eisini flogið til Brússel við laksi, sum skal víðari út í heim. Tað varð gjørt tvær ferðir seinasta hósdag, og tað verður gjørt tvær ferðir aftur í dag.
Flogfarið fer úr Vágum nú klokkan 10 og verður aftur klokkan 14:45. Tað fer avstað aftur næsta túr til Brússel klokkan 17 seinnapartin. Flogferðirnar til Brússel úr Vágum taka tveir tímar.
Birgir Nielsen, stjóri, sigur, at rutan til Brússel er komin afturat, og at tey vænta, at hetta verður meira regluligt framyvir.
Tað var eisini nevnt, áðrenn flúgvingin byrjaði, at talan kundi verið um eina rutu til Ísraels við laksi, men sum støðan er har niðri við kríggi í løtuni er tað ikki ein møguleiki júst nú.
Spurdu, um byrjanin hevur verið góð, svarar stjórin játtandi.
– Jú tað hevur gingið væl við laksaflutninginum, eisini tekniskt og operationelt hjá flogfelagnum, men enn hava vit ikki nóg nógvan farm á leiðunum heimaftur. Tað er nakað, sum skal byggjast upp, og vit vita sjálvandi, at tað tekur tíð, sigur hann.
– Vit vænta og vóna, at føroyskir innflytarar fara at brúka okkum. Vit hava flutt nakað av farmi, men enn ikki í nóg stórum nøgdum. Hetta er nakað, sum skal arbeiðast upp, og hesum arbeiða vit við, sigur hann.
##med2##
Á flogferðunum til New York verður millumlent í Keflavík í Íslandi. Tað er bara fyri at taka brennievni. Orsøkirnar til tað eru tvær: Onnur at flogfarið er ov tungt at fara avstað fullfermt við farmi og brennievni, hin er, at brennievnið er so ómetaliga dýrt í Føroyum, at tað loysir seg als ikki hjá flogfeløgum at keypa brennievni í Føroyum.
Sum in.fo skilir, so kostar brennievni eini 70 prosent meira í Føroyum enn í grannalondum, og tí verður lítið og einki brennievni til flogfør selt í Føroyum.
FarCargo hevur átta flogskiparar í starvi. Tey hava søkt eftir tveimum flogskiparum afturat, men teir eru ikki settir enn, sigur Birgir Nielsen.
Báðir stjórarnir, Birgir Nielsen og Hanus Jacobsen starvast sum er fulla tíð í flogfelagnum, og tað er nóg mikið at gera hjá báðum, sigur Birgir Nielsen.












