Tíggju menn, sum hava verið gíslar hjá kolombisku uppreistrarrørsluni FARC í meiri enn tólv ár, vórðu latnir leysir í gjár. Talan er um seks løgreglumenn og fýra hermenn, sum vórðu latnir leysir eftir samráðingar, sum Reyði Krossur hevur staðið á odda fyri. Tvær brasilskar tyrlur vóru inni í frumskóginum eftir gíslunum.
FARC, sum er ein vinstrasinnað uppreistrarrørsla, sigur, at hon er givin at taka gíslar við tí endamáli at fáa pengar aftur fyri at lata teir leysar seinni.
Kolombisku myndugleikarnir halda, at FARC hevur framvegis umleið 100 gíslar.