Eftir 50 ára uppreistur ímóti myndugleikunum í Kolombia sigur uppreistrarrørslan FAEC nú, at hon fer at gevast við tí vápnaða bardaganum og at fáa frið í lag við stjórnina.
Á heimasíðuni hjá rørsluni skrivar leiðarin, Rodrigo Londono Echeverri, at stundin er komin til at steðga tí, sum hann kallar eina ónda ringrás og at arbeiða fyri friði og semju.
Kolombiski forsetin, Juan Manuel Santos, sigur, at hann fer ikki at samráðast við FARC, fyrr enn rørslan hevur latið allar gíslar leysar og lovar at gevast við øllum yvirgangi. FARC hevur umleið 10 løgreglumenn og hermenn gíslar umframt nøkur sivilfólk.
Mett verður, at FARC hevur umleið 8.000 limir.