Johnny í Grótinm, formaður í nýskipanarbólkinum, legði fram tilmæli frá nevndini í dag.
Í arbeiðssetninginum hjá nevndini stóð, at eitt tilmæli um eina marknaðargrundaða skipan skuldi gerast. Hóast eitt tilmæli bleiv umbiðið, so kom nevndin við tveimum uppskotum. Orsøkin til tess, sigur Johnny í Grótinum, var tann, at nevndin var ikki heilt samd um hvussu ein uppboðssøla skuldi skipast og tí kom hon við tveimum tilmælum til eina marknaðargrundaða skipan.
Leistur 1: Uppboð við stutt- og langtíðarrættindum.
Her mælir nevndin til, at tað eru trý sløg av loyvum: stutt- miðal- og langtíðarloyvir. Sum uppskot nevnir bólkurin 1, 5 og 10 ára loyvir.
Helvtin skulu verða langtíðarloyvir, 40% 5 ára loyvir og 10% skulu verða 1 ára loyvir. Víðari sigur nevndin, at umleiða ein fjórðingur av heildarveiðuni verða boðin úr hvørt ár, sum stutt- ella langtíðarloyvi.
Fyri at tryggja eina javna kapping, skulu aktørarnir bjóða uppá kr/kg. Ein fimtingur skal rindast við ársbyrjan og hini 80% eftir avreiðingar, har sveiggj í prísinum verða tikin til eftirtektar. Um einki verður fiska skal rindast alíkavæl og rættindir, ið falla aftur í úrtíð skulu aftur á uppboð.
Parturin hjá núverandi aktørum skal spakuliga skiftast út, so at eftir eina skiftistíð á 10 ár er alt farið á uppboð sum stutt- ella langtíðarloyvir.
Leistur 2: Uppboðssøla við forkeypsrætti
Uppboðssøla við forkeypsrætti er ein skipan, har rætturin at fiska fyri eitt ár í senn verður seldur á einum almennum marknaði. Árið eftir verða t.d. 20% boðin út á marknaðinum, og við einum forkeypsrætti hava verandi aktørar møguleika at ogna sær 80% av tí, teir høvdu árið fyri. Endamálið við forkeypsrættinum er at veita stabilitet og kontinuitet til fyritøkur í vinnuni. Harumframt er einans neyðugt at meta um virðið eitt ár fram í tíð.
Prísurin á veiðirættindunum, ið koma undir forkeypsrættin, verður miðalprísurin á uppboðssøluni fyri ávísa fiskaslagið. Luttakarin ger sjálvur av, um viðkomandi tekur av forkeypsrættinum. Rindast skal fyri loyvini, tá hesi verða keypt á uppboðssøluni.