Farage gevst í politikki

Nigel Farage, umstríddi leiðarin fyri UKIP, hevur í morgun boðað frá, at hann leggur frá sær sum leiðari í UKIP.


Tað hendir smáar tvær vikur eftir, at Nigel Farage kundi fegnast um, at bretar atkvøddu fyri, at Bretland tók seg úr ES. Tað merkti, at meirilutin av bretum tóku undir við hansara hjartamáli, ið hann hevur stríðst fyri síðan hann varð valdur inn í ES-parlamentið í 1999.


- Eg havi avgjørt at leggja frá mær sum leiðari fyri UKIP. Sigurin í fólkaatkvøðuni hjá teimum, ið ynsktu at fara úr ES, merkir, at eg havi útint mítt politiska mál. Eg fór úr vinnulívinum og inn í hetta stríðið, tí eg ynski at vit gjørdust ein sjálvstýrandi tjóð, ikki fyri at gerast politikari.


52 ára gamli Nigel Farage upplýsir, at hann nú ynskir at fara heilt úr politikki.


- Áðrenn fólkaatkvøðuna segði eg, at eg ynskti at fáa mítt land aftur, nú vil eg havi mítt lív aftur, segði Nigel Farage á tíðindafundi í morgun, men upplýsti at hann verður sitandi restina av skeiðinum í ES-parlamentinum.


Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at Nigel Farage boðar frá, at hann leggur frá sær sum leiðari fyri UKIP. Eftir eitt skuffandi valúrslit til tjóðartingsvalið í fjør, har hann ikki varð valdur inn í bretska tingið, boðaði hann frá, at hann legði frá sær, men broytti skjótt hugsan aftur.